1. Málsetningur skúlans
Havnin
Er livandi, kveikjandi og skapandi
Skúlin er ein kommunalur og mentanarligur amboðskassi
Hann er:
- Mentanarskapandi - fyri lærd sum leik
- Mentanarberandi - bera mentanina út til fólkið
- Mentanarvarðveitari - lívga um tað skapta, ansa eftir, at tað ikki ferst, men tó laga seg, til verandi samfelagið.
Mentanararvur
Mentan er livandi – flytur seg – broytist, men skal hava tað gott. Tað má ikki arbeiðast upp á gjøt, miðleyst og uttan nakra samskipan, um so er, kann óbótaligur skaði standast av hesum. Vandi fyri mentanarstýring.
Mentan er sálin í samfelagnum
Frítíðin
- at vera menniskja
- at hava møguleikar
- at taka av avbjóðingum og mennast
Skúlin fyri øll!
2. Undirvísingin
|
Undirvísingin er býtt í 3 partar: A. Almenn frítíðarundirvísing - øll yvir 14 ár
|
Tann almenna fríðtíðarundirvísingin og frítíðarvirksemi annars, sum fylla meginpartin av kvøldskúlavirkseminum, fevna millum annað um hesar lærugreinar: spinning, plantuliting, skaftvevnað, rammuvevnað, myndavevnað, tøving, tilskering, seyming, binding, hekling, patchwork, brodering, bókbinding, smíð, dreying, skera í træ, gera modellbátar og skip, glaslist, umvæla og polstra gamlar møblar. Harumframt er frálæru í svimjing, fimleiki, talvi, matgerð, ættargransking, teldulæru, dansi, drama og sjónleiki, støddfrøði, føroyskum, íslendskum, enskum, fronskum, sponskum, russiskum, tónleiki, kórsangi v.m.
M.a. fíggjar kvøldskulin meginpartin av virkseminum hjá GHM, Havnar Hornorkestri, Havnarkórinum, kórinum Glymur, Kamarkórinum og kórinum Sólarmagn. Herumframt fíggjar kvøldskúlin meginpartin av tónleikavirkseminum í Margarinfabrikkini.
Tann serstaka frítíðarundirvísingin fevnir um
- at Skúlin hevur Royndarfyrireikandi undivísing í 9. og 10. flokki, sum endar við próvtøku. Endamálið er at lofta teimum, sum eru farin úr skúlanum uttan nakað prógv. Nógv dømi eru um næmingar, sum soleiðis seinni hava tikið hægri útbúgving.
Í skúlaárinum 2010-2011 verður møguleiki at velja 3 HF-staklærugreinir. Hetta fyri at hjálpa teimum í vænta ávísa lærugrein til víðari lestur. Talan er um Støddfrøði B, Evnafrøði C (sum støddfrøði 1.s) og Evnafrøði B. Allar lærugreinirnar enda við próvtøku.
- Undir serundirvísing hevur skúlin nógv tilboð fyri brekað,- menningar- og rørslutarnað. Sum dømi kunnu nevnast skeiðsvirksemi hjá ÍSB, Verkstaðnum Vón, Ælaboganum og svimjing í Gundadali. Eisini ymiskur ítróttur, sum t.d Boccia, borðtennis, fimleikur fyri autistar eru millum tilboðini til henda bólk. Hesi tilboð eru bøtandi og fyrilitarlig.
-Yrkiskend undirvísing fevnir um dugnaskaparroynd í sigling, dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarar (bátar og skip upp til 20 tons) og S.R.C.–skeið (VHF).
Hesi skeið enda øll við próvtøku. Dugnarskaparroyndin í sigling gevur førleika at føra skip upp til 100 tons út á 200 fjórðingar, meðan dugnakaparroyndin fyri frítíðarsiglarar gevur førleika at føra skip upp til 20 tons.
Frítíðarvirksemi Er ætlað børnum og ungum upp til 25 ára aldur. Frítíðarvirksemi er ikki vanlig undirvísing sum í hinum lærugreinum, men meira ætlað sum ein aktivering av næmingunum, har lærarin er ígongdsetari.
Skúlaárið
Skúlaárið fylgir í stóran mun fólkaskúlanum, tó við ávísum undantøkum. T.d. eru á hvørjum ári ymisk summarskeið.
Almenn frítíðarundirvísing er frá sept./okt. til páskar, meðan tónleikur og próvtøkulærugreinirnar halda fram til mai/juni mánað.
Hornorkestrini halda fram til hornorkesturstevnuna, sum er Dýra Biðidag og kórini til kórstevnuna, sum er Kr. himmalferðardag.
Royndarfyrireikandi lestur – so sum 9. og 10. fl., H.F.-fyrireiking o.a. – er alt skúlaárið og endar við próvtøku í juni mánaði.
Skeiðini á Vinnuháskúlanum enda somuleiðis við próvtøku í mai mánaði.
Vanliga kvøldskúlaundirvísingin endar við stórari framsýning pálmasunnudag í Eysturskúlanum og í Kollafjaðrar Skúla, við handaligum arbeiði, tónleiki og sangi.
Framsýningin hevur sera stóran áhuga millum manna, nógv verður tosað og skrivað um hana. Eini 5- 7.000 vitjandi hava vitja seinastu tvey árini.
Skipanin
3. Hjálp til tilflytarar
Fyri at hjálpa tilflytarum, sum koma til landið, soleiðis at teir kunnu klára seg í gerandisdegnum og í samfelagnum sum heild, eru skeið, sum leggja dent á bæði at læra tilflytarar føroyskt, men eisini at geva teimum eina holla kunning um samfelagsstovnar o.t. Í nógvum førum er talan um fólk við ongum kunnleika til málið, landið, fólkið og samfelagsbygnaðin.
Skeið, ið serliga venda sær til hesar bólkar eru: " 20 tíma skeiðini í føroyskum fyri útlendingar"; "Føroyskt fyri skandinavar" og "Føroyskt fyri enskttalandi útlendingar". Sí link (enska flaggið) ovast á fyrstu síði á heimasíðuni.
4. Orðblind
Sum nakað nýtt er Kvøldskúlin farin í samstarv við Arbeiðsloysisskipanina (ALS) um skeið fyri fólk við lesitrupulleikum. Skeiðini eru 3.mánaðir til longdar og eru luttakaranir í skúla 4 tímar hvønn dag.
5. Nýggjar lærugreinir
Aðrar nýggjar lærugreinir eru m.a: Sálarfrøði C; Arkitekturur; Stjørnufrøði; Skeið í føroyskari málnýtslu, Litlæra; umframt 3 staklærugreinir á miðnámsstigi.
Sum nakað nýtt verða styttri 10.floks skeið boðin út í samstarvi við ALS-skipanina. Lærugreinirnar eru støddfrøði, føroyskt og enskt. Skúlagongdin byrjar uml. 1.nov. og endar uml. 10.februar.
Tilsamans bjóðar skúlin omanfyri 145 lærugreinir skúlaárið 2011/12. Av hesum eru uml. 20 nýggjar lærugreinir.
6. Listaskúlin
Í Listaskúlanum eru tilevning, tekning, modelltekning, máling, postalínsmáling, leirarbeiði, grafikkur, bein- og hornarbeiði, steinslíping og silvurarbeiði, foto, o.m.a. Eisini er undirvísingin fyri 2. ættarlið í Leirlist í Kollafirði, í tøving og í smíð. Úrslitið av virkseminum innan listaliga økið sæst best aftur í nógvy serframsýningunum og í várframsýning skúlans.
7. Tilfar um skúlan
Meiri vitan um kvøldskúlavirksemið sum heild fæst við at lesa faldaran, sum verður borin út í hvørt hús í Tórshavnar kommunu. Eisini hevur tú møguleikan at fara inn á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu http://www.torshavn.fo/ og velja mentan og skúlar.
8. Góð hugskot, viðmerkingar o.t.
Um tú saknar onkra lærugrein, ella tú hevur brek, ið ger tað torført at luttaka, so ring ella skriva til skúlan














