10.floks lærugreinir á dagsskeiði

Eitt forkunnugt samstarv millum Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms, og Listaskúla, Arbeiðsloysisskipanina, ALS, og Mentamálaráðið ber í sær, at Kvøldskúlin bjóðar út tíðaravmarkaðar 10. floks lærugreinirnar støddfrøði, føroyskt og enskt á dagsskeiði, ið varir frá november í ár til februar næsta ár. Undirvísingin er 3-4 tímar um dagin. 

Eitt er, at fólk í ALS-skipanini fáa hetta góða høvið at hava lærugreinirnar støddfrøði, føroyskt og enskt á 10. floksstigi í boði. Skeiðið er eisini fyri onnur enn fólk í ALS-skipanini at brúka henda møguleika.

ALS rindar allan kostnaðin

ALS rindar allan kostnaðin av skeiðnum, Kvøldskúlin umsitur tey, og Mentamálaráðið skipar próvtøkuna í februar næsta ár.

Í roynd og veru kunnu øll, ið vilja víðka sín kunnleika í teimum trimum týðandi lærugreinunum, fara í kvøldskúla fyrst í november og ganga í skúla tríggjar-fýra tímar hvønn gerandisdag í tríggjar mánaðir.

Sostatt endar skeiðið um hálvan februar mánaði 2012, og tað er við próvtøku.

Lærugreinir - og lærarar

Enskt                               Harriet Vágadal Polulsen
Føroyskt                          Torkil Skaala
Støddfrøði                        Oddmar Danielsen
 

Tímatalvan     

Verður tøk um 1-2 dagar.

Tilmelding

Arbeiðsleys og annars øll onnur kunnu tekna seg  frá 21. til 31. oktober á heimasíðuni hjá Kvøldskúlanum til skeiðið.

Undirvísingin fer fram í hølum hjá Kvøldskúlanum í Havn í J.H. Schrøters gøtu 1 og hjá ALS.

Nærri verður at frætta í næstum í fjølmiðlunum á heimasíðuni, um skeiðini, ið byrja 7. november og enda um miðjan februar. 

 






TILMELDING

Skeið í várhálvuni

2012

                      Trýst her


Treytir og mannagongd

 

 


Kvøldskúlafaldarin
2011/2012




Tak niður okkara
kvøldskúlafaldara 2011/2012
her



 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her

 

Málningaframsýning

Hergerð Joensen hevur í løtuni málningaframsýning í hølum kvøldskúlans.
 
Ætlanin er, at lærarar skúlans o.o. kunnu hava framsýning í kvøldskúlanum í framtíðini.