Fyrilestur um brodering av føroyska búnanum

   Fleiri myndir frá framsýningini eru at síggja undir: Myndasavni



Paulina Eliasen, lærari í seyming, helt  hendan fyrilestur um brodering av føroyska búnanum. Hon tók støði í livandi modellunum, sum luttóku í framsýningini:

 

Enn einaferð vælkomin til framsýningina                                                             Kollafjørður 10/04-11

Hugskotið at hava framsýning uppá hendan mátan, er komið av, at oftani tá man er onkustaðni, har  ið nógv fólk eru í tjóðbúna, hevur man hug at hyggja nærri eftir onkrun ávísum, men tað kann man vanliga ikki gera. Men tað júst hetta, sum man kann her í dag, nú hesi fólkini í tjóðbúna eru við á framsýningini, fram til kl 17.

Fyrst taka vit kvinnubúnan
Tann fyrsti bólkurin er ein í vevaðum turriklæði og fyriklæði, tvær í broderaðum turriklæði og fyriklæði, og ein í broderaðum við falskari veving, tað vil siga drigið í gjøgnum toyi.

Tann næsti bólkurin
er eitt sindur øðrvísi, og nú er ymiskir aðrir litir við eisini, sigast má av sonnum, at tey ið koma í kvøldskúla , vilja gera  sær allan ómak at fáa arbeiði so vakurt og snøgt sum gjørligt. Og sjálvandi  er tað ein stór gleði at vera lærari, tá ið man hevur so hugagóðar næmingar. Tað eru jú nógv tjak um búnan í dag, hvat er rætt og skeivt, og tað eru eisini broytingar farnar fram alla tíðina, og tað síggja vit eisini, um vit fara á Fornminnissavnið at hyggja eftir framsýningini, ið er har um  tann Føroyska búnan. Men her í kvøldskúlanum leggja vit stóran dent á, at handverkið er á høgum støði.
Tá ið vit fara í tann føroyska búnan umboða vit Føroyar. Hvat hevur so búnin at siga fyri okkum, kanska hava vit sjálvi tilvirkað hann, og tann gleðin er stór at skapa nakað sjálvur.  Ella hava onnur, ið vit kenna gjørt partar í búnanum, tildømis omma, mamma ella onnur, og vit hava havt meiningar, um hvussu hann skal síggja út og vit dáma at vera í búnanum. Tí eitt er sikkurt, skalt tú keypa tær ein heilan búna, so kann hann lættliga kosta eini 25.000,-

Triðji bólkurin
So er tað mannfólkabúnin og her eru nógvir menn og dreingir, sum byrja við at fáa sær vest. At fáa sær vestin fyrst er ein góð byrjan, tí hann kanst tú brúka, uttan at tú eigur allan búnan. Her í dag hava vit nakrar dreingir, sum skulu konfirmeraðst í broderaðum vesti.

Fjórði bólkurin
Er ein brúðgommur, ið er giftur í hvítum vesti. Oftani tá ið tað verður brúkt, er bukettin hjá brúðrini, í somu litum, sum blomstrini eru broderaði við á vestinum hjá manninum, og tað er heilt vist, at eitt brúðarpar, hvar  maðurin er í broderaðun vesti, er eitt vakurt par. 

Fimti bólkurin eru so aðrir, sum brúka búnan til onnur endamál, Til veitslur, føroyskan dans, Ólavsøku og tá ið tey fáa prógv og annað. Her í dag er tað sjálvandi mest broderingin til búnan, eg havi tosað um, tí tað er okkara øki her í kvøldskúlanum, eg vil takka næmingunum fyri ein góðan vetur, og takka tykkum, sum vildu fara í búnan í dag, og ynskja tykkum, ið koma at hyggja eina góða framsýning.


Takk fyri.

 Paulina M.K. Eliasen.

 

 

 

 

    

 






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

TILMELDING

Skeið í várhálvuni

2012

                      Trýst her


Treytir og mannagongd

 

 


Kvøldskúlafaldarin
2011/2012




Tak niður okkara
kvøldskúlafaldara 2011/2012
her



 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her

 

Málningaframsýning

Hergerð Joensen hevur í løtuni málningaframsýning í hølum kvøldskúlans.
 
Ætlanin er, at lærarar skúlans o.o. kunnu hava framsýning í kvøldskúlanum í framtíðini.