Kvøldskúlaskráin 2011- 2012

 

 



Fjølbroyttari enn nakrantíð

Kvøldskúlin í Havn er vorðin so fjølbroyttur, at hann í roynd og veru fevnir um nógv meira enn tað, vit eru von at seta í samband við kvøldskúlavirksemi. Kvøldskúlin er vorðin skeiðsdepil, tí at hann nú eisini bjóðar fólki styttri skeið, umframt dagsskeið bæði fyrrapart og seinnapart. Hetta gevur til dømis fólki við skiftandi arbeiðstíðum og útisiglarum møguleika at nýta høvið at brúka tilboðini hjá skúlanum.

Í Kvøldskúlanum hittir tú onnur fólk samstundis við, at tú ognar tær vitan, kunnleika og førleika.

Alt hetta sært tú á heimasíðuni hjá Kvøldskúlanum: www.kvoldskulin.fo

 

Uppaftur fleiri tilboð

Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúli er aftur búgvin til eitt nýtt skúlaár við nógvum  spennandi avbjóðingum og tilboðum á handarliga, listaliga og bókliga økinum.

Meira enn 145 staklærugreinir standa tær í boði, og av teimum eru einar 20 nýggjar, eitt nú lokalur arkitekturur, stjørnufrøði, skeið í føroyskari málnýtslu, myndasøgutekning, skúling í fólkaræði, staðarnøvn í Kaldbak og litlæra. Harafturat bjóðar Kvøldskúlin tríggjar staklærugreinir á miðnámsstigi, ein teirra, sálarfrøði C, er nýggj lærugrein.

Eins og í fjør bjóðar Kvøldskúlin fyrraparts- og dagsskeið í til dømis tøving, plantuliting og spinnning, møblapolstring ogjarnsmíð, umframt teldulæru fyri eldri og orðblindaskeið.

Ætlanin er eisini at bjóða skeið í samstarvi við arbeiðsloysisskipanina (ALS), m.a. orðblindaskeið, ávísar 9-10.flokslærugreinir og helst onkra miðnámslærugrein.

Nágreinilig lýsing av flestu lærugreinunum er at síggja á heimasíðu kvøldskúlans undir teiginum lærugreinir.

 

Eini 2.500 fólk í kvøldskúla

Seinasta skúlaár vóru úti við 2.500 næmingar tilmeldaðir, og  næmingatalið í ár verður væntandi umleið tað sama sum seinasta skúlaár.

Faldarin við teirri víðfevndu skránni hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla 2011/2012 verður borin í hvørt hús í Tórshavnar Kommunu fríggjadagin 2.september, umframt at hann er á heimasíðuni. Skráin stendur eisini í Dimmalætting og Sosialinum nú um vikuskiftið 3. og 4. september.

 

Bindandi tilmelding

Latið verður upp fyri tilmelding mánadagin 5. september kl. 18.00,og tilmeldingin er opin í eina viku, til mánadagin 12. september kl. 24.00. Tilmeldingardagin, mánadagin 5. september, er skrivstovan eisini opin frá kl. 18.00 til 21.00.

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðu skúlans www.kvoldskulin.fo  . Tey, ið ikki hava møguleika ella síggja seg før fyri at brúka tilmeldingarskipanina, kunnu fáa hjálp við at koma inn á skrivstovuna hjá Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla.

Sum nakað nýtt ber nú eisini til at gjalda við Visa/dankorti beinleiðis á netinum.

 

Atkomandi hjá øllum

Kvøldskúlin í Havn heldur til í sínum nýggju og snotiligu hølum í J.H. Schrøtersgøtu 1. Umsiting- og partar av kvøldskúlavirkseminum fluttu seinasta skúlaár í tær báðar ovastu hæddirnar. Í løtuni verður síðsta hond løgd á umvælingar- og umbyggingararbeiðið av kjallarahæddini og øllum húsinum annars, soleiðis at allur skúlin er klárur at taka í nýtslu hetta skúlaárið.

Tá skúlin er liðugur lýkur hann øll brunakrøv, og nú verður atgongd við koyristoli til alt húsið.






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

TILMELDING

Skeið í várhálvuni

2012

                      Trýst her


Treytir og mannagongd

 

 


Kvøldskúlafaldarin
2011/2012




Tak niður okkara
kvøldskúlafaldara 2011/2012
her



 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her

 

Málningaframsýning

Hergerð Joensen hevur í løtuni málningaframsýning í hølum kvøldskúlans.
 
Ætlanin er, at lærarar skúlans o.o. kunnu hava framsýning í kvøldskúlanum í framtíðini.