Kvøldskúlin í Havn við nýggjum læriamboði



Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli kunnger nú úrslitið frá norðurlendsku verkætlanini Nova, Nordic tools for learning validation, sum sjey norðurlendskir felagsskapir hava framt um fólkaupplýsing í tíðarskeiðnum 2009-2011
Úrslitið av verkætlanini Nova er eitt telduamboð á føroyskum, sum næmingar og onnur áhugað kunnu brúka til at lýsa og meta um sín egna námsprofil við at svara einum spurnarblaði. Hetta spurnarblað gevur næminginum eina ábending um hansara sterku øki, áhugamál og førleika.

  Næmingurin, ella tann, ið svarar spurnarblaðnum, kann brúka svarið til sín sjálvs ella í sambandi við umsókn um upptøku til útbúgving, í arbeiðsumsókn ella í samrøðu við eitt nú lestrarvegleiðara.

  Endamálið við verkætlanini og úrslitið av henni eru at síggja á www.interfolk.dk/nova. Her er høvi at síggja og royna tey sjey online-amboðini, ið eru til taks til at meta um læring. Endamálið og úrslit eru eisini til taks á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum, www.kvoldskulin.fo og trýsta á leinkið Kanna tín læriprofil. Svarar tú spurnarblaðnum, fært tú eina lýsing av tínum persónliga námsprofili.


Felags vitanardátugrunnur

Nova er ein verkætlan fyri árini 2009-2011 til at menna vaksin, sum Nordplus, skipanin undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, stuðlar. Skipanin fevnir um: Interfolk, institut for civilsamfund í Danmark, Oplysningsforbundet NETOP-Hvidovre í Danmark, Foreningen Norden i Sverige í Svøríki, Norges Husflidslag í Noregi, The Green Cultural Association í Finnlandi, Tórshavnar Kvøld- Ungdóms- og Listaskúla og Rite Folkehøjskole í Lettlandi.

  Málið við verkætlanini hevur verið at menna nýggjar mátar og amboð til at meta um ágóðan av teirri óformligu læringini á økinum fyri fólkaupplýsing og í sjálvbodnum felagsskapum.

  Dentur er lagdur á at skjalprógva ta óformligu læringina í sambandi við fólkaupplýsing og ta óformligu læringina í felagsskapum. Gjørd eru ymisk spurnarskema á web-støði til at meta um ágóðan, ið snýr seg um læringina.


Tvørtjóðar- og tvørøkis-grunnur

Meðan sjálvt svarið hjá einstaka næminginum er persónligt og loyniligt, verða upplýsingar navnleyst frá øllum svørunum savnað í ein felags tvørtjóðar- og tvørøkis-dátugrunn.

Henda miðsavnaða vitanin kann nú verða støðið undir gransking á ymiskum stigi hjá ymiskum stovnum, hjá nøkrum stovnum saman, og tá ið Norðurlond í felag kanna dygdir og ágóða av læringini.

  Aðrir áhugaðir norðurlendskir stovnar innan fólkaupplýsing og trivnað í feløgum kunnu ómakaleyst og bíliga knýta seg upp í skipanina og menna sítt egna modell, ið er lagað eftir egnum tørvi.

 

 






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

TILMELDING

Skeið í várhálvuni

2012

                      Trýst her


Treytir og mannagongd

 

 


Kvøldskúlafaldarin
2011/2012




Tak niður okkara
kvøldskúlafaldara 2011/2012
her



 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her

 

Málningaframsýning

Hergerð Joensen hevur í løtuni málningaframsýning í hølum kvøldskúlans.
 
Ætlanin er, at lærarar skúlans o.o. kunnu hava framsýning í kvøldskúlanum í framtíðini.