Málningaframsýning í Kvøldskúlanum
Málningaframsýning í Kvøldskúlanum
Arngerð Lamont Joensen, listafólk og lærari í kvøldskúlanum, hevur málningaframsýning í hølum kvøldskúlans í J.H.Schrøtersgøtu 1, frá mánadegnum 25.oktober og fram til jólar.
Nú hølir eru til taks, nýtir Kvøldskúlin høvi til, at listafólk, sum undirvísa í kvøldskúlanum, kunnu sýna fram síni verk og samstundis verða við til prýða skúlan.
Framsýningin er eisini ein søluframsýning.
























