Skeið í føroyskari málnýtslu

Føroyska málið verður alsamt meiri avlagað. Tað tykist vera torført hjá føroyskum miðlafólkum, politikarum, skúlafólkum, vinnulívsfólkum, handilsfólkum, ja øllum, ið brúka málið í sínum dagliga yrki, at orðføra seg á líkinda føroyskum

 

Tað ætla teir báðir journalistarnir, Sonne Smith og Uni Arge, at royna at bøta aftur við einum skeiði í kvøldskúlahøpi í heyst.

  Í samráð við Jákup Strøm, stjóra í Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla hava Sonne Smith og Uni Arge avrátt at skipa fyri einum skeiði í føroyskari málnýtslu. Skeiðið er fyri øll, ið hava hug at bøta um sín førleika í føroyskari málnýtslu.

  Ætlanin er at hava skeiðið tvær ferðir tveir tímar um vikuna í ein mánað frá aðru viku eftir heystfrítíðina. Skeiðstilfarið verður yvirhøvur ítøkilig dømi um málnýtsluna, orðføringina, í okkara fjølmiðlum, á Tingi, í vinnulívinum, skúlunum, fyri ikki at siga hjá teimum rættiliga mongu, ið skipa fyri skeiðum av øllum møguligum slagi.

  Í høvuðsheitum verður dentur lagdur á at arbeiða í felag við eitt nú at umskriva kunngjørdar tekstir, at orða teir øðrvísi og laga teir eftir tí málsliga bygnaði, sum føroyskt í sínum lagi er grundað á. Tað er, at føroyskt er eitt logiskt sagnorðamál, ið er lættari at læra og nýta, enn tey flestu halda.

  Ongum nýtist at stúra fyri einum heilum skógi av lyftum fremstafingrum, og ongum nýtist at stúra fyri tí, sum onkursvegna hevur fingið heiti sum grótføroyskt, rótføroyskt, setursføroyskt ella óskiljandi, gjørt føroyskt.

  Meir fæst at vita um skeiðið á heimasíðuni hjá kvøldskúlanum í Havn og í faldaranum, sum kemur í hvørt hús fyrst í september.

 






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

TILMELDING

Skeið í várhálvuni

2012

                      Trýst her


Treytir og mannagongd

 

 


Kvøldskúlafaldarin
2011/2012




Tak niður okkara
kvøldskúlafaldara 2011/2012
her



 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her

 

Málningaframsýning

Hergerð Joensen hevur í løtuni málningaframsýning í hølum kvøldskúlans.
 
Ætlanin er, at lærarar skúlans o.o. kunnu hava framsýning í kvøldskúlanum í framtíðini.