Summarskeið í tekning og máling
Skeið 1: Skeið í máling og tekning
Skeið nr. 2701
Skeið í tekning og máling verður fyri øll áhuga við og uttan royndir í viku 19
( 9. – 13 mai 2011) allar dagar kl. 17.00 – 20.30
Skeiðið er lagt soleiðis til rættis, at tað verður felags undirvísing í lit- og tilfarslæru, perspektiv,
ljós/skugga,teknikki og kompositión/balancu. Næmingatillagað verkstaðarundirvísing. Miðað verður eftir,
at hvør luttakari finnur sín egna stíl. Brot úr føroysku listasøguni.
Stað: Føroya Læraraskúli
Kostnaður: 480kr
Skeiðsleiðari: Arngerð Lamont Joensen ( tlf. 31 47 66)
Tilmelding: http://www.kvoldskúlin/. Tilmeldingarfreist: 17.apríl
Skeið 2: Skeið í máling og tekning
Skeið nr. 2702
Skeið í máling og tekning verður fyri teimum við royndum( vand), annars øll,ið hava áhuga í viku 21
(23. – 27. mai 2011) allar dagar kl. 17.oo – 20.30.
Arbeitt verður við ymiskum ”ismum” t.d. naturalisma, impressionisma /ekspressionisma,
lutvís felags undirvísing og einstaklingavegleiðing.
Miðað verður eftir, at hvør luttakari finnur sín egna stíl. Um viðrar, verður farið út í náttúruna at gera skitsur
evt. vitjan á listasavni.
Stað: Føroya Læraraskúli
Kostnaður: 480kr
Skeiðsleiðari: Arngerð Lamont Joensen ( tlf. 31 47 66 )
Tilmelding: http://www.kvoldskúlin.fo/ Tilmeldingarfreist: 17.apríl
Skeið 3: Skeið í fríhondstekning, akvarell og silkimáling
Skeið nr. 2703
Skeiðið í fríhondstekning, akvarell og silkimáling verður í viku 23 (6. – 10.juni 2011 ) allar dagar kl. 17.oo – 20.30.
Undirvíst verður í fríhondstekning, akvarellmáling, vátt í vátt teknikki, silkimáling við einfaldum teknikki.
Felags undirvísing og einstaklingavegleiðing.
Stað: Føroya Læraraskúli
Kostnaður: 480kr
Skeiðsleiðari: Arngerð Lamont Joensen ( tlf. 31 47 66 )
Tilmelding: www.kvoldskulin.fo Tilmeldingarfreist: 17.apríl












