Telduskeið fyri tilkomin- og eldri

Tey flestu fólk kunnu læra at brúka teldu. Summi fólk, ið eru farin um tey 55, halda seg ikki til, og summi hava ongantíð lært tað. Onnur halda, at hava tey ikki lært tað, tá ið tey eru vorðin eldri, so læra tey tað ikki.
Tað er – um ikki tvætl – so yvirhøvur íspunnið, tí tú, ið heldur teg ikki duga, hevur kjansin at læra at brúka teldu á telduskeiði hjá Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúla.
Spyrt tú um fyritreytir, so er svarið: Ongar!
Tað ber helst illa til at seta aldursmark á, hvør ið ikki er teldukønur, tí tað eru enntá ung, sum kundu hugsað sær at lært tað.
Telduskeiðið fyri eldri og tey, ið eru yngri enn eldri, byrjar tann 21. mars í Hoyvíkar Skúla. Hetta er byrjanarskeið, her tú lærir at brúka teldu sum eitt hent amboð í gerandisdegnum. Her verður undirvíst í tekstviðgerð, at brúka alnetið og at brúka teldupost til samskifti við onnur. Nomið verður eisini við samskifti við Skype og at brúka teldu til at flyta pening.
Skeiðið varir í 64 tímar tilsamans, fýra tímar um dagin í fýra vikur, mánadag, týsdag, mikudag og hósdag kl. 15.30-19.00.
Lærari er Arne Thorsteinsson.
Gjaldið fyri skeiðið er bara 740 krónur.
Vælkomin í nýgjørdu hølini hjá kvøldskúlanum í J.H. Schrøtersgøtu 1 í Havn at melda teg til ella at fáa meira at vita um skeiðið. Tú kanst eisini melda til umvegis heimasíðu kvøldskúlans -www.kvoldskulin.fo












