Tilmelding til várskeiðini 2011

Tilmelding til várskeiðini 2011



Tann 22. november verður aftur møguleiki hjá havnarborgarum at tekna seg til várskeiðini, sum Kvøldskúlin bjóðar fram at byrja í januar mánaði komandi ár.

Skeiðini, eini 30 í tali,  fevna m.a. um ymisk telduskeið, blindskrift, at seyma vestar til føroysk klæði, tøving fyri 2 ættarlið, foto, skriviskeið, indisk- og filipinsk matgerð, lívsdygd á ellisárum, umframt teknmál og skeið fyri orðblind.

Tíðir broytast og tí er neyðugt alla tíðina at laga seg til tær broytingar, sum samfelagsmenningin ber í sær. Moderniteturin krevur, at tingini henda skjótt og at broytingar eru at kalla støðugar. Hetta hevur við sær, at fleiri og fleiri ynskja styttri skeið, ið eru ymiskar tíðir á degnum, og sum skifta ofta. Hesum roynir Kvøldskúlin at leggja uppfyri við at bjóða fram eina røð av:

  • styttri skeiðum 
  • morgunskeiðum
  • vikuskeiftisskeiðum
  • skeiðum fyri 2 ættarlið

Tilmeldingin letur upp 22. november kl. 18.00. Í hesum sambandi er skrivstovan opin frá kl. 18.00 -21.00

Tilmeldingin er umvegis heimasíðu kvøldskúlans: www.kvoldskulin.fo. Far undir tilmelding og vel lærugrein.

 






«2012»Í dag«Mai»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

TILMELDING

Skeið í várhálvuni

2012

                      Trýst her


Treytir og mannagongd

 

 


Kvøldskúlafaldarin
2011/2012




Tak niður okkara
kvøldskúlafaldara 2011/2012
her



 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her

 

Málningaframsýning

Hergerð Joensen hevur í løtuni málningaframsýning í hølum kvøldskúlans.
 
Ætlanin er, at lærarar skúlans o.o. kunnu hava framsýning í kvøldskúlanum í framtíðini.