Tilmeldingin byrjaði í gjár 5.september
Tilmelding til nýggja skúlaárið lat upp í gjárkvøldið kl. 18.00 og fyrsta tíman meldaðu 900 fólk til. Av hesum høvdu omanfyri 600 fólk nýtt nýggja gjaldsmøguleikan við Visa/dankorti.
Nakrar lærugreinar høvdu so stóra tilgongd, at tær mátta stongja eftir lítlari løtu, harímillum Glaslist og Fínari matgerð fyri menn, umframt Handarbeiði í Kollafirði(2 av 3skeiðum), Veving og Klaver fyri bæði børn og vaksin. Bíðilisti er til hesar lærugreinir.
Aðrar lærugreinir, sum eru væl vitjaðar eru m.a. Tøving fyri 2.ættarlið, Føroysk kkæði(buksir), Foto fyri ung, Dugnaskaparroyndirnar o.s.fr.












