Treytir og mannagongd

Treytir
Treytað av nóg stórari undirtøku og góðkenning  frá myndugleikunum bjóðar
Tórshavnar Kvøld,- Ungdóms- og Listaskúli undirvísing í teimum lærugreinum,
sum lýstar eru í fjølmiðlunum í viku 35, 2011. Frálæran í flestu lærugreinum byrjar í viku 39.

Tilmelding skal fara fram umvegis heimasíðu okkara www.kvoldskulin.fo, og skal næmingagjaldið eisini gjaldast við tilmelding, tvs. beinanvegin.

Tað eru 3 møguleikar at gjalda
- at gjalda við Visa/Dankorti beinleiðis á netinum.
- at gjalda umvegis netbanka.
- at gjalda í peningastovni.
Um goldið verður innan ásettu freist, verður tilmeldingin skrásett við tí klokkutíð, tá tilmeldað varð.

Tilmeldingin, ið er bindandi,  er bert galdandi, um næmingagjaldið er goldið innan ásettu freist.

Undantikið treytunum omanfyri eru tey í bólki 8000 til 8900 -“Fólk við skerdum førleika”. Hesi gjalda bert eitt skeiðsgjald, líka mikið hvussu nógvar lærugreinir tey hava tilmeldað seg í bólki 8000 til 8900.
 

 

Um tær tørvar hjálp við teldutilmeldingini, 
kanst tú koma inn á skrivstovu skúlans.

Latið verður upp fyri tilmelding
mánadagin 5. september kl. 18.00,
og er tilmeldingin opin til 
mánadagin 12. september kl. 24.00.

Tilmeldingardagin, mánadagin 5. september,
er skrivstovan eisini opin frá kl. 18.00 til 21.00.

(Tilmeldingar kunnu ikki ringjast, faxast, sendast við posti ella sum vanligur t-postur)

Umframt skeiðsgjaldið skal roknast við útreiðslum til undirvísingartilfar. Í ávísum próvtøkulærugreinum, sum t.d. SRC (VHF) skeiðum, verður próvtøkugjald kravt.

Í frítíðarlógini, Lógtingslóg nr. 124 frá 10.12.2003, eru hesi aldursmørk lógarfest:
  1. Almenn frítíðarundirvísing – øll yvir 14 ár (§3 stk.1)
  2. Serstøk frítíðarundirvísing –  yvir 14 ár (§6)
  3. Frítíðarvirksemi – øll børn og ung undir 25 ár (§11 stk.2)

Aldursmarkið verður roknað frá tilmeldingardegnum.

Kvøldskúlin skilar sær rætt til at nýta tilfar, ið er framleitt í Kvøldskúlans høpi, til t.d. lýsingum og faldarum. Fyrivarni verður tikið fyri villum, og verða rættingar lagdar út á heimasíðuna so hvørt.

Mannagongd  við tilmelding
1. Næmingar melda seg til á www.kvoldskulin.fo frá mánadegi 5. september kl. 18.00 til 12. september kl. 24.00. Tá tilmeldað verður, skal p-talið hjá næminginum tilskilast.

2. Tá tilmeldingin er liðug skal tann seinasta síðan 'Tilmelding 2011/12' skrivast út, tí hetta er tín váttan um tilmelding og samstundis tín rokning við upphædd og inngjaldslykli. Ikki er neyðugt at nýta kontunummar, tá goldið verður við inngjaldskorti.

3. Ein teldupostur við váttan um tilmelding verður eisini sendur. 

 
Um tann, sum meldar seg til, ikki hevur printara, er neyðugt at skriva gjaldslykilin og samlaðu upphæddina, ið gjaldast skal, niður.  

Nær byrjar undirvísingin
Skrivstovan stovnar flokkar, tá goldnu tilmeldingarnar eru innkomnar. Lærarin fær síðani næmingalistan frá skrivstovuni og setur seg í samband við næmingin (vónandi í viku 38), tónleikurin undantikin, og kunnar hann um, nær byrjað verður. Flestu lærugreinir byrja í viku 39.

Um eitt skeið ikki verður stovnað, t.d. vegna ov lítla undirtøku, verður næmingagjaldið goldið aftur.



Upptøka  HF-stakgreinalestur


Fyri at verða upptikin skal umsøkjarin í fyrstu syftu lúka hesar treytir:

  • vera fyltur 18 ár áðrenn 31.desember í tí árinum, umsøkjarin byrjar á HF
  • lokið 10.flokk fólkaskúlans og
  • lokið víðkaða fráfaringarpróvtøku fólkaskúlans í føroyskum og donskum og
  • fráfaringarpróvtøku fólkaskúlans í lærugreinunum støddfrøði og enskum
  • vanliga hava lokið lægra stigið í eini lærugrein, um søkt verður inn á hægri stig
  • hava samrøðu við lestararvegleiðara áðrenn upptøku  

 

Umsøkjari, ið er nóg gamal, men ikki lýkur hinar treytirnar, kann tó verða tikin upp, um rektarin/leiðarin metir umsøkjaran annars at hava fakligan førleika, ið svarar til omanfyrinevndu krøv.

Lestrarvegleiðarin, Inger F.Jørgensen, er at hitta
á skrivstovu skúlans J. H. Schrøters gøta 1:

                                         Týsdagin 6. september  kl. 19.00 - 21.00
                                         Hósdagin 8. september kl. 19.00 - 21.00

                                        

 

 

 

 

 






TILMELDING

Skeið í várhálvuni

2012

                      Trýst her


Treytir og mannagongd

 

 


Kvøldskúlafaldarin
2011/2012




Tak niður okkara
kvøldskúlafaldara 2011/2012
her



 

 

Kanna tín læriprofil

...
...
...
...

Trýst her

 

Málningaframsýning

Hergerð Joensen hevur í løtuni málningaframsýning í hølum kvøldskúlans.
 
Ætlanin er, at lærarar skúlans o.o. kunnu hava framsýning í kvøldskúlanum í framtíðini.