Kvøldskúlin, J. H. Schrøters gøta 1

Støddfrøði A - Turboskeið

Bólkur:
Stakgreinalestur á miðnámsstigi
Skeið nr:
0600
Lærari
Mai Laksafoss Simonsen

Ofta settir spurningar

  1. Hava onnur enn borgarar í Tórshavnar kommunu møguleika at luttaka í skeiðum í Kvøldskúlanum?

    Øll í Føroyum kunnu melda seg til stakgreinalestur á miðnámsstigi, 9. og 10. flokk og føroyskt sum annaðmál, ið hava fastan bústað í Føroyum. Til øll hini skeiðini hava borgarar í Tórshavnar kommunu fyrsta rætt at luttaka í. Tó eru borgarar uttan fyri Tórshavnar kommunu vælkomnir at luttaka, um pláss er á skeiðnum.

  2. Skal gjaldast fyri tilfar, ið eg brúki á skeiðnum?

    Næmingurin skal gjalda fyri tilfar, ið hann brúkar á skeiðnum.

  3. Eg eigi tvey børn, kann eg taka bæði við til skeið fyri 2 ættarlið?

    Tað er einans 1 barn til 1 vaksnan persón.

  4. Skal man vera fastbúgvandi í Føroyum fyri at luttaka á skeiðnum føroyskt fyri tilflytarar?

    Tað eru einans tilflytarar, ið eru fastbúgvandi í Føroyum, og flóttar, ið kunnu luttaka á skeiðunum 'Føroyskt sum annaðmál', stytt FSA.

  5. Dugir næmingurin at tosa føroyskt, tá hann hevur lokið eitt 10 vikur fyrrapartsskeið í føroyskum fyri tilflytarar?

    Um tosað verður føroyskt við tilflytaran, er munandi lættari hjá næminginum at brúka tað, hann hevur lært á skeiðnum. Um hetta ikki verður gjørt, er tað tíverri ein sannroynd, at næmingurin skjótt gloymir tað, hann hevur lært.

Søgan um kvøldskúlan

Tað fyrsta, ið vit vita um kvøldskúlar í Havnini, er í 1882, tá vóru næmingar undirvístir, sum ætlaðu sær á skiparaskúla.

Í 1896 varð undirvíst í føroyskum. Frálæran var í gomlu fútahúsinum, ið Rasmus Effersøe átti. Sannlíkast er, at tað var hann sjálvur, ið undirvísti føroyingum úti undir Bakka.

Les meira

Føroyskt bátasmíð hildið í hevd

Tórshavnar kommuna hevur ognað sær triðja føroyska bátin, sum næmingar á Tórshavnar Kvøldskúla hava smíðað.

Seinastu árini hevur Tórshavnar Kvøldskúli lagt stóran dent á at halda føroyskt bátasmíð í hevd.

Les meira