EN

Myndarøð: Ættargransking

Ættargransking er spennandi ítriv og vælumtókt lærugrein á Kvøldskúlanum.
Tey kanna og granska í gomlum skjølum, í kirkjubókum og í bygda- og ættarsøgum, sum altíð eru gott mið.
Men tey hugna sær eisini óført og tosa um ættarbondini og siga stuttligar søgur hvør fyri øðrum.
- Neyvan er alt borðbart, tí kanska er onkur ótangi ella seyðatjóvur at finna millum forfedrarnar, heldur onkur skemtiliga fyri.
- Legg ikki í, tí tær óhugnaligu søgurnar eru ofta nógv meira spennandi, sigur onkur annar.
Soleiðis gongur prátið listilig, meðan tey skemta og flenna og halda fram at kanna og granska søguna og ættarbondini.
Ein longri myndarøð sæst á vanga Kvøldskúlans á facebook.

17:08:30