So var heystfrítíðin av, og hjólini mæla aftur við fullari ferð.
Mánakvøldið vóru vit á vitjan í smíðstovuni í Eysturskúlanum, har Kvøldskúlin hevur vælumtókta skeiðið at dreya.
Aftur í vetur er áhugin stórur.
Hugagóð standa tey og dreya, og burtur úr koma snøggir og væl úr hondum greiddir lutir.
Ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook.