Áhugin at skefta knívar er stórur.
Aftur í ár er smíðstovan í Eysturskúlanum karmur um skeiðið á Kvøldskúlanum.
Hóast stutt er fráliðið, kunnu vit longu nú staðfesta, at tað handaliga liggur væl fyri.
Mánakvøldið vóru vit á vitjan, og á vanga okkara á facebook sæst ein longri myndarøð.