Aftur í vetur er bátasmíð á Kvøldskúlanum.
Farið er undir sætta bátin í røðini.
Enn er stutt fráliðið, men tað gongst væl.
Vit hava vitjað á verkstaðnum á vestarubryggju og fara at fylgja gongdini, so hvørt bátinum líður.
Ein longri myndaarøð sæst á vanga okkara á facebook.