Kvøldskúlaárið er so smátt byrjað, og fyrstu lærugreinirnar eru longu farnar til verka.
Í dag hava vit vitjað í bláa húsinum í Toylon, har brodering er fastur táttur hvønn vetur.
Aftur í ár er áhugin stórur, eisini at brodera til føroysk klæði.
Um tað fæst sjón fyri søgn.
Í næstu viku byrjar kvøldskúlaskráin av álvara, og í vetur fara vit við orðum og myndum at lýsa lærugreinirnar og nógva virksemið á kvøldskúlanum.
Ein longri myndarøð frá broderingini sæst á vanga okkara á facebook.