EN

Myndarøð: Matgerð fyri matglaðar menn

Eitt av vælumtóktu skeiðunum á Kvøldskúlanum er skeiðið í matgerð fyri matglaðar menn.

Tað plagar at vera bæði stuttligt, skemtiligt og livandi, tá teir matglaðu matgera í køkinum í Eysturskúlanum, og í vetur er einki undantak.

Á matarlepanum hesaferð var purrusuppa og lambskjøt.

Vit vóru við. Og ja, skemtiligu viðmerkingarnar og stuttligu søgurnar vóru nógvar og lagið gott.

Ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook.

06:38:46