Seyming og barnagrátur. Hvørt um annað.
Hugsanin við skeiðnum er, at mammur kunnu koma til seyming og hava børnini við. Til ber at seyma barnaklæðir, klæðir til sín sjálvs ella tað, ið hugurin er til. Tað er bert hugflogið setur mørk. |
Tað er gravgangur eftir at sleppa á skeiðið, sum er 10 ferðir.
Kvøldskúlin vildi fegin gingið ynskinum á møti um at leingja skeiðið, men vegna vantandi høli ber tað ikki til í løtuni.
Kvøldskúlin vónar, at tað fer at bera til seinni.
Fyrrpartin vóru vit framvið í seymistovuni, og ein longri myndarøð sæst á vanga okkara á facebook.