Mánadagin vóru vit á túri við Randi Kúrberg og hugagóðum gongufólki í gomlu Havnini.
Farið var av Kongabrúnni, og vitjað varð millum annað út í Tinganesi og úti á Reyni.
Sagt var frá hendingum, húsum og fólki í gomlu Havnini.
Millum annað var sagt frá, hví Kongabrúgvin eitur Kongabrúgvin, um friðaðu helluna á Tinganesi og um salin, har leikir eftir Holberg sigast at hava verið framførdir og so framvegis.
Randi Kúrberg er sum pápin Jørleif. Hon er tikin úr leikum sum frásøgufólk. Stuttligu søgurnar tróta ikki, og onkur skrøna er ímillum, sum kryddar frásøgnina.
Í hesum fyrra parti verður steðgað á úti í Tinganesi. Í seinna partinum, sum vit fara at leggja út mikudagin, vitjað vit úti á Reyni.
Myndarøðin sæst á vanga okkara á facebook.