Fleiri áhugaverdir fyrilestrar eru á Kvøldskúlanum í vetur.
Í kvøld var tann fyrsti av trimum hjá Tór Marna Weihe, sum er Ph.d lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og kønur í altjóða politikki og russiskum viðurskiftum.
Áhugaverdi fyrilesturin snúði seg í stóran mun um altjóða politikk og viðurskifti, ið knýta seg at smátjóðum, samleika og sjálvsavgerðarrætti.
Eisini vórðu suverenitetur og nationalisma og paradiplomati viðgjørd. Spenta støðan í heiminum, serliga millum Russland og Ukraina, var eisini til umrøðu.
Tór Marni Weihe fer í november at halda tveir fyrilestrar aftrat á Kvøldskúlanum. Hin fyrri verður mikudagin 4. november og hevur heitið Alliansur, Arktis og maritim trygd.
Hin seinni verður 18. november, og tá verður evnið kríggj og friður; um orsøkirnar til kríggj, friðarvísindi og kynstrið at loysa ósemjur.
Fleiri myndir eru at síggja á vanga okkara á facebook.