Ofta spurdir spurningar
Hava onnur enn borgarar í Tórshavnar kommunu møguleika at luttaka í skeiðum í Kvøldskúlanum?
Øll í Føroyum kunnu melda seg til stakgreinalestur á miðnámsstigi, 9. og 10. flokk og føroyskt sum annaðmál, ið hava fastan bústað í Føroyum. Til øll hini skeiðini hava borgarar í Tórshavnar kommunu fyrsta rætt at luttaka í. Tó eru borgarar uttan fyri Tórshavnar kommunu vælkomnir at luttaka, um pláss er á skeiðnum.
Skal gjaldast fyri tilfar, ið eg brúki á skeiðnum?
Næmingurin skal gjalda fyri tilfar, ið hann brúkar á skeiðnum.
Eg eigi tvey børn, kann eg taka bæði við til skeið fyri 2 ættarlið?
Tað er einans 1 barn til 1 vaksnan persón.
Hvussu er við gjaldinum fyri skeiðið?
Teldupostur, við gjaldsleinkju, verður sendur út til næmingarnar, so hvørt sum skeiðini verða stovnaði.
Hetta tekur nakrar dagar.
Vinarliga kannið óynsktan post.