Dugnaskaparroynd í sigling

Bólkur
Trygd á sjógv og landi
Lærari
Andras Danielsen
Jan Michelsen Hjaltalin
Rói Norðoy
Skeið nr.
0050
Kostnaður
3900 DKK
 
Skeiðið Dugnaskaparroynd í sigling endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt at føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Umframt kravdu lærugreinirnar: Siglingarlæra, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæra. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS'ara og radara.
Næmingurin skal vera fyltur 15 ár próvtøkudagin, ið verður í mars komandi ár.
Prógvið í koyrikortstødd og -sniði er íroknað skeiðsgjaldið.
VHF/ROC-skeið er íroknað og er íalt 35 tímar.