Letur upp 25. aug. kl. 18.00

Dugnaskaparroynd fyri frítíðarsiglarar

 
Minna dugnaskaparskeiðið hevur til endamáls at undirvísa frítíðarsiglarum í grundleggjandi siglingarlærugreinum so sum siglingarlæru, sjóreglum, veðurlæru, stabiliteti, og hvussu siglingin verður løgd til rættis við atliti at veður- og streymviðurskiftum. Umframt hetta verður eisini undirvíst í vanligum sjómansskapi t.d. at manovrera, knýta og nýta knútar og at verja havumhvørvið. Undirvísingin fevnir um tól t.d. GPS’ara og radara, sum eisini eru partur av munnligu royndini. Eykavinningurin við at taka dugnaskaparskeiðið fyri frítíðarsiglarar er, at prógvið er altjóða, og hetta merkir, at tað kann nýtast kring allan knøttin, og at tað eisini er prógv til skjótgangandi bátar upp til 20 bruttotons.
Prógvið í koyrikortstødd og -sniði er íroknað skeiðsgjaldið.
VHF/ROC-skeið er íroknað og er íalt 35 tímar. Undirvísari er Pól Niklái Torkildshøj.
Undirvísingin byrjar eftir heystfrítíðina.
Mánadag kl. 19:00 22:30 og VHF/ROC (35 tímar) verður helst hósdag kl. 19:30 - 21:10
Stað:
Vinnuháskúlin
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Jan Michelsen Hjaltalin Pól Niklái Thorkildshøj
Bólkur:
Trygd á sjógv og landi
Skeið nr.:
0060
Kostnaður:
3.500,-
04:09:23