Vatnskutari

Bólkur
Trygd á sjógv og landi
Lærari
Agnar Dahl
Jan Michelsen Hjaltalin
Malan Guttesen
Skeið nr.
0090
Kostnaður
2645 DKK
Melda til skeið
 
Eftir loknan lestur skal tann lesandi hava holla vitan um krøvini í kunngerðini til sigling við motorriknum stuttleikaførum við skrokklongd undir 4 metrar. Henda kunngerð verður rópt 'Vatnskutarakunngerðin', umframt holla vitan um krøvini í kunngerðini til sigling í Ramsar-økjum Nólsoy, Skúvoy og Mykinesi.
Haraftrat verður dentur lagdur á at kunna tann lesandi um týdningin av at nýta góðan sjómansskap og at seta trygdina í hásæti, tá siglt verður. Kenna til vandar við sigling í Føroyum og viðkomandi sjóreglur.
At enda verður siglt á sjónum við vatnskutara.
Undirvísingin í tí teoretiska partinum fer fram á netinum. Eftir at undirvísingin og samskiftið eru liðug, verður ein teoriroynd úr lisna tilfarinum svarað elektróniskt á netinum.
Tá royndin er staðin við nøktandi úrsliti, verður farið at sigla á sjónum við vatnskutara.
Undirvíst verður í 39 tímar íroknað VHF/ROC skeið á 35 tímar. Aldursmark 16 ár.