Koyrikort til lítil prutl (30 km/t)
| Tú, ið ætlar tær at taka koyrikortið, skalt vera fylt/urt 14 ár og 6 mánaðir, tá teoriskeiðið byrjar. Øll kunning verður send við telduposti, og tí er tað av alstórum týdningi, at teldupostur og fartelefonnummar, sum eru upplýst, verða brúkt dagliga av foreldrum, verja ella næmingi. Persónur skal hava fylt 15 ár fyri at fáa koyrikort til lítið prutl. Bólkur AM 15 ár 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar, ávikavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring og 8 tímar í fyrstuhjálp. Fyrstu undirvísingardagarnir eru í teori, og ikki er neyðugt hjá næmingunum at hava prutl við hesar dagar. Til venjingarkoyringina skal næmingurin hava prutl, hjálm og heit klæði við. Prutlið skal vera skrásett sum lítið prutl 30 km/t og í lógligum standi. Til venjingarkoyringina fær næmingurin loyvi frá Akstovuni at koyra millum heim og undirvísingarstað, hesum skipa undirvísararnir fyri. Heitt verður á foreldur ella verja at kanna, um tryggingarviðurskiftini eru í lagi. 1. hjálparskeiðið skal vera lokið, áðrenn teoriundirvísingin byrjar, og verður tað sambært avtalu í viku 36, 31/8-5/9-2026. Teoriundirvísingin byrjar í viku 37, frá 7. september, og verður undirvíst mánadag, týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 16. Koyringin er eftirfylgjandi dagar. At hava við til teori fyrsta kvøldið: - Passmynd - Avrit av navnabrævi/dópsbrævi - Pappírskvittan frá Akstovuni á kr. 300,- - Duga P-talið Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísingartilfar og fyrstuhjálparskeið. (Teoriroynd og verkligari roynd tekur Akstovan sær av). Borgarar í Tórshavnar kommunu hava framíhjárætt til skeiðið, men eru pláss eftir, eru aðrir borgarar eisini vælkomnir. Seinastu árini hava trý skeið verið um árið. |
Prutlskeiðið byrjar 7. september 2026, men 1. hjálparskeiðið skal verða lokið áðrenn, og verður tað í viku 36, 31/8 - 5/9 - 2026.
Tú, ið ætlar at taka koyrikortið, skal vera 14 ár og 6 mánaðir, tá teoriundirvísingin byrjar.
Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag kl. 16:00 - 19:00. 1. hjálparskeið sambært avtalu í viku 36.