Koyrikort til lítil prutl (30 km/t)
| Tú, ið ætlar tær at taka koyrikortið, skalt vera fylt/urt 14 ár og 6 mánaðir, tá teoriskeiðið byrjar. Tað er 100% møtiskylda til skeiðið. Øll kunning verður send við telduposti, og tí er tað av alstórum týdningi, at teldupostur og fartelefonnummar, sum eru upplýst, verða brúkt dagliga av foreldrum, verja ella næmingi. Persónur skal hava fylt 15 ár fyri at fáa koyrikort til lítið prutl. Bólkur AM 15 ár 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar, ávikavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring og 8 tímar í fyrstuhjálp. Fyrstu undirvísingardagarnir eru í teori, og ikki er neyðugt hjá næmingunum at hava prutl við hesar dagar. Til venjingarkoyringina skal næmingurin hava prutl, hjálm og heit klæði við. Prutlið skal vera skrásett sum lítið prutl 30 km/t og í lógligum standi. Til venjingarkoyringina fær næmingurin loyvi frá Akstovuni at koyra millum heim og undirvísingarstað, hesum skipa undirvísararnir fyri. Heitt verður á foreldur ella verja at kanna, um tryggingarviðurskiftini eru í lagi. Áðrenn teoriskeiðið byrjar skal 1. hjálparskeiðið vera lokið. At hava við til teori fyrsta kvøldið: - Passmynd - Avrit av navnabrævi/dópsbrævi - Pappírskvittan frá Akstovuni á kr. 300,- - Duga P-talið Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísingartilfar og fyrstuhjálparskeið. (Teoriroynd og verkligari roynd tekur Akstovan sær av). Borgarar í Tórshavnar kommunu hava framíhjárætt til skeiðið, men eru pláss eftir, eru aðrir borgarar eisini vælkomnir. Seinastu árini hava trý skeið verið um árið. |
Latið er upp fyri tilmelding til prutlkoyrikort, Teoriundirvísingin byrjanardagurin 2. november 2026.
Tú, ið ætlar tær at taka koyrikortið, skal vera 14 ár og 6 mánaðir, tá skeiðið byrjar,
Teoriundirvísing er mánadag, týsdag, mikudag og hósdag kl. 16:00 - 18:35 í Skúlanum við Løgmannabreyt..
1. hjálparskeið skal verða lokið, áðrenn teoriundirvísingin byrjar, og frættir tú nærri um tað.
1. hjálparskeið verður í viku 44 og teoriundirvísing mánadagin 2. november 2026.