Koyrikort til lítil prutl (30 km/t) - HYGG BURTUR FRÁ ÁSETTA DATO
| Tú, ið ætlar tær at taka koyrikortið, skalt vera fylt ella fyltur 14 ár og 6 mánaðir, tá undirvísingin byrjar. Tilmeldingin er opin og verður skeið stovnað, tá 24 næmingar eru tilmeldaðir. Øll kunning verður send við telduposti, og tí er tað av alstórum týdningi, at teldupostur og fartelefonnummar, sum eru upplýst, verða brúkt dagliga av foreldrum, verja ella næmingi. Persónur skal hava fylt 15 ár fyri at fáa koyrikort til lítið prutl. Bólkur AM 15 ár 30 km/t. Skeiðið er 35 undirvísingartímar, ávikavist 15 tímar í teori, 12 tímar í venjingarkoyring og 8 tímar í fyrstuhjálp. Fyrstu undirvísingardagarnir eru í teori, og ikki er neyðugt hjá næmingunum at hava prutl við hesar dagar. Til venjingarkoyringina skal næmingurin hava prutl, hjálm og heit klæði við. Prutlið skal vera skrásett sum lítið prutl 30 km/t og í lógligum standi. Til venjingarkoyringina fær næmingurin loyvi frá Akstovuni at koyra millum heim og undirvísingarstað, hesum skipa undirvísararnir fyri. Heitt verður á foreldur ella verja at kanna, um tryggingarviðurskiftini eru í lagi. Eisini eru 2 kvøld í 1. hjálp, men tað hoyra tit nærri um seinni. At hava við til teori fyrsta kvøldið: - Passmynd - Avrit av navnabrævi/dópsbrævi - Pappírskvittan frá Akstovuni á kr. 300,- - Duga P-talið Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísingartilfar og fyrstuhjálparskeið. (Teoriroynd og verkligari roynd tekur Akstovan sær av). Borgarar í Tórshavnar kommunu hava framíhjárætt til skeiðið, men eru pláss eftir, eru aðrir borgarar eisini vælkomnir. |
Latið er upp fyri tilmelding til prutlkoyrikort. Skeiðið verður, tá tað er fullteknað og í samráð við undirvísararnar. Tú, ið ætlar tær at taka koyrikortið, skal vera 14 ár og 6 mánaðir, tá skeiðið byrjar, Í løtuni vita vit ikki nær skeiðið byrjar
Mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag kl. 16:00 - 18:35. 1. hjálparskeið sambært avtalu.