Skeiðið í sponskum hugsavnar seg um málið við støði í praktiskum viðurskiftum, har vit arbeiða við at tosa og skilja, eisini í mentanarligum høpi, har vit fáa innlit í mentanarligu og landafrøðiligu umstøðurnar fyri málinum og tess mergfeldi í spansktalandi heiminum. Við lurti- og talivenjingum og við skrivligum venjingum fara vit gjøgnum mállæru og ljóðlæru við denti á vanligastu málføri. Reyði tráðurin gjøgnum skeiðið er lærubókin “Tapas”, men vit brúka eisini sjón- og ljóðtøkt tilfar á upprunamálinum. Lagt verður upp fyri málkunnleikanum og ynskjum hjá tí einstaka, soleiðis at øll fáa nakað burtur úr luttøkuni – byrjarar eins og vand. |

Spanskt
- Bólkur
- Fremmand mál
- Lærari
- Mark Jiménez
- Skeið nr.
- 1070
- Kostnaður
- 570 DKK
Melda til skeið