Brasilskt portugisiskt fyri byrjarar

Bólkur
Fremmand mál
Lærari
Clarissa M. Da Rocha Poulsen
Skeið nr.
1080
Kostnaður
780 DKK
Melda til skeið
Inngangur: Skeiðið er ætlað luttakarum á byrjanarstøði, ið vilja læra portugisiskt sum fremmandamál. Endamálið við skeiðinum er at menna teir fýra førleikarnar (lesa, skriva, lurta og tosa) grundað á The Common European Framework of Reference for Languages. Undirvísingin hevur ein tvørmentanarligan arbeiðshátt, ið leggur upp til at fremja portugisiska málið og brasilska mentan í síni heild. Undirvíst verður á føroyskum.
Mál: Eftir skeiðið verður næmingurin førur fyri at skilja og nýta gerandissetningar og máliskur. Næmingurin fer at læra at hava grundleggjandi samtalur, at navnkenna seg, og spyrja fólk um upplýsingar um seg sjálva/n, hvussu tey eita, hvar tey búgva, um fólk, ið tey kenna, o.s.fr..
Tilfar: Bókin “Samba! Portugisiskt málskeið fyri nýbyrjarar” (Andrea Ferraz, Isabel M. Pinheiro, ISBN: 9788551304808) verður nýtt, umframt eyka tilfar úr skjáttuni hjá læraranum. Brasilskar bókmentir, tónleikur og filmslist verða eisini nýtt, sum liður í undirvísingini.