EN
Letur upp 24. aug. kl. 18.00

Íverksetan, at byrja virksemi, og fíggjarstýring

Kvøldskeiðið verður skipað sum fyrilestra- og spyrjikvøld frá virkisbyrjan til dagligu fíggjarstýring og at lesa roknskapir.
- Hvussu kann vinnuligt virksemi byrja, og hvør er váðin í sambandi við íløgur og lán.
- Eftir virkisbyrjan eru lógarkrøv um fíggjarstýring og eftirlit við bókhaldi, gjaldføri, skuldarum, ognarum, MVGi, roknskapi, grannskoðan, XBRL'i, skatti og øðrum, ið verða viðgjørd.
- Hvussu lesa og skilja vit ein ársroknskap, skattaroknskap, og hvør er munurin?
Skeiðið verður 3 mikukvøld.
Undirvíst verður 23/9, 30/9 og 7/10 - 2026.
Mikudag kl. 17:00 - 20:30
Letur upp 24. aug. <span>kl. 18.00</span> Vegleiðing
Stað:
M. A. Winthers gøta 3
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Alvi Nielsen
Bólkur:
Íverksetan og fíggjarstýring
Skeið nr.:
1310
Kostnaður:
740,-
19:37:11