At byrja og nýbyrjað virksemi og fíggjarstýring fyri smá virki, vár

Bólkur
Íverksetan, fíggjarstýring og løgfrøði
Lærari
Alvi Nielsen
Skeið nr.
1312
Kostnaður
660 DKK
Melda til skeið
Kvøldskeiðið verður skipað sum fyrilestra- og spyrjikvøld frá virkisbyrjan til dagligu fíggjarstýring og at lesa roknskapir.
- Hvussu kann vinnuligt virksemi byrja, og hvør er váðin í sambandi við íløgur og lán.
- Eftir virkisbyrjan eru lógarkrøv um fíggjarstýring og eftirlit við bókhaldi, gjaldføri, skuldarum, ognarum, MVGi, roknskapi, grannskoðan, XBRL'i, skatti og øðrum, ið verða viðgjørd.
- Hvussu lesa og skilja vit ein ársroknskap, skattaroknskap, og hvør er munurin?
Skeiðið verður 3 mikukvøld.