Bólkur
Heimspeki
Lærari
Jákup Bogi Joensen
Skeið nr.
1472
Tøk pláss:
8
Byrjar:
Klokkan:
-

Heimspeki - við denti á heimspekina hjá Søren Kierkegaard

 
Hvat er tað at vera menniskja?
Á skeiðnum fara vit á ferð og í dýpdina í eksistensheimspekini. Serligur dentur verður lagdur á heimspekina hjá Søren Kierkegaard.
Vit viðgera spurningin, hvat tað er at vera menniskja.
'Lívið er ein gáva, men eisini ein uppgáva', sigur Kierkegaard. Men hvør er uppgávan hjá menniskjanum? Og hvussu verður eitt menniskja seg sjálvt sambært Kierkegaard?
Vit lesa Kierkegaard og viðgera hugtøk sum frælsi, angist og vónloysi.
Vit lesa og viðgera eisini aðrar heimspekingar og høvundar, eitt nú Friedrich Nietzsche, Jean-Paul Sartre og Albert Camus.
Undirvíst verður 8 ferðir frá 6. februar 2025
Skeið 1472, Hósdag kl. 19:00 - 21:35
Vegleiðing Melda til
Kostnaður: 530 kr
17:25:29