Sálarfrøðiliga hugtakið er stórt. Á hesum skeiðnum fara vit at hyggja at ymisk sálarfrøðilig ástøði og hvussu vit sum menniskju kunnu brúka hesa vitan til at mennast og blíva meira tilvitað um okkum sjálvi og tey val, vit taka í lívinum.
Øll menniskju hava ymiskar avbjóðingar, sum kunnu endurtaka seg ein stóran part av lívinum. Ætlanin er, at hyggja at, hvussu vit kunnu koma víðari í lívinum og broyta tað, sum ikki tænir okkum.