Hvat kostar Landssjúkrahúsið?
Hetta er eitt stutt skeið í fíggjarlóg og landsroknskapi, har vit m.a. koma inn á hesar spurningar:
- Hvat er munurin millum fíggjarlóg og landsroknskap?
- Hvussu verður fíggjarlógin gjørd?
- Nær verður fíggjarlógin gjørd?
- Hvat er endamálið við fíggjarlógini?
- Hvat er munurin á fíggjarlóg, eykajáttan og játtan?
- Hvat er munurin millum rakstrarjáttan, stuðulsjáttan og løgujáttan?
- Nær kann játtan flytast tvørtur um ár?
- Hvat er grein, málsøki, høvuðskonta og undirkonta?
- Hvussu fylgi eg leypandi við almennu nýtsluni?
- Hvussu samanberi eg fíggjarlóg við landsroknskap?
- Hvussu samanberi eg fíggjarlógir fyri fleiri ár?
- Hvussu nógv kostar Landssjúkrahúsið?
- Hvat hendir, um man brúkar meira enn játtanin?
Fyrilesturin verður 5. oktober 2026.
Best er at hava farteldu við.
Mánadag kl. 19:00 - 22:00