Smátjóðir, samleiki og sjálvsavgerðarrættur í altjóða politikki
Vit byrja við eini innleiðslu til altjóða politiskt ástøði og grundleggjandi hugtøk og tilgongdir: hvat er altjóða politikkur, hvørjir eru aktørarnir, og hvussu kunnu vit royna at skilja og greina tilgongdir og hendingar í altjóða politikki?
Síðan viðgera vit hugtakið smátjóð og umrøða, hvussu vit kunnu greina atferð og leiklutir hjá smátjóðum – bæði hjá smáum statum og sjálvstýrandi økjum uttan formligt fullveldi. Í hesum sambandi hyggja vit eisini at sambandinum millum nationalismu, samleika, fullveldi og sjálvsavgerðarrætt: hvussu blivu stats- og fullveldishugtøkini til, og hvussu kunnu tey skiljast í dag?
Endaliga hyggja vit at hugtakinum paradiplomati – hvussu sjálvstýrandi øki føra uttanríkispolitikk uttan formligt fullveldi – og meta um, hvussu hetta fyribrigdi bjóðar okkara hugsanum um altjóða politikk av.

Fyrilesturin verður 21. oktober 2026.
Talan er um eina fyrilestrarrøð, har samband er millum ymisku fyrilestrarnar, hóast tað ikki er nøkur fortreyt, at tú skalt koma til allar fyrilestrarnar.
Tú kanst væl velja teir burturúr, sum eru áhugaverdir, og har tú hevur tíð.
Mikudag kl. 19:00 - 22:00