Nationalisma, samleiki og sjálvsavgerðarrættur: tjóðir, fullveldi og altjóða politikkur
Vit viðgera sambandið millum nationalismu, fullveldi og altjóða politikk. Hvussu blivu stats- og fullveldishugtøkini til, og hvussu kunnu tey skiljast í dag? Vit hyggja eisini at hugtakinum paradiplomati – hvussu sjálvstýrandi øki føra uttanríkispolitikk uttan formligt fullveldi – og meta um, hvussu hetta fyribrigdi bjóðar okkara hugsanum um altjóða politikk av.
Fyrilesturin verður 4. november 2026.
Talan er um eina fyrilestrarrøð, har samband er millum ymisku fyrilestrarnar, hóast tað ikki er nøkur fortreyt, at tú skalt koma til allar fyrilestrarnar. Tú kanst væl velja teir burturúr, sum eru áhugaverdir, og har tú hevur tíð.
Mikudag kl. 19:00 - 21:10