EN
Tilmelding opið

Alliansur, Arktis og maritim trygd, 11. november 2026

Vit hyggja eftir, hvussu samgongur verða skipaðar og virka í altjóða politikki – serliga, hvussu tær avmarka og annars ávirka sjálvræði og strategisku valmøguleikarnar hjá smátjóðum – og vit hyggja ítøkiliga at, hvussu Føroyar hava balanserað egin áhugamál og alliansuáhugamálini hjá NATO.
Síðan viðgera vit, hvussu veðurlagsbroytingar og stórveldisrivalisering í Arktis og Norðuratlantshavi skapa trygdarpolitiskar avbjóðingar í økinum, og hyggja ítøkiliga at maritimu dimensiónini av trygd, ið er serliga viðkomandi fyri eina hav- og fiskivinnutjóð sum Føroyar.
Fyrilesturin verður 11. november 2026. Talan er um eina fyrilestrarrøð, har samband er millum ymisku fyrilestrarnar, hóast tað ikki er nøkur fortreyt, at tú skalt koma til allar fyrilestrarnar. Tú kanst væl velja teir burturúr, sum eru áhugaverdir, og har tú hevur tíð.
Mikudag kl. 19:00 - 22:00
Stað:
M. A. Winthers gøta 3
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Tór Marni Weihe
Bólkur:
Fyrilestrar
Skeið nr.:
1643
Tøk pláss:
19
Kostnaður:
50,-
01:28:18