Altjóða trygd og strategisk vísindi
Vit gjøgnumganga og viðgera kjarnuhugtøk í altjóða trygdarvísindum og strategiskum vísindum. Vit hyggja eftir, hvat ræðan (deterrence) er fyri nakað, og viðgera eisini, hvussu smátjóðir royna at navigera í trygdarspurningum og -avbjóðingum.
Fyrilesturin verður 25. november 2026.
Talan er um eina fyrilestrarrøð, har samband er millum ymisku fyrilestrarnar, hóast tað ikki er nøkur fortreyt, at tú skalt koma til allar fyrilestrarnar. Tú kanst væl velja teir burturúr, sum eru áhugaverdir, og har tú hevur tíð.
Mikudag kl. 19:00 - 21:10