Kierkegaard, Arendt og Føroyar, vár

Bólkur
Fyrilestrar
Lærari
Jóhannes Miðskarð
Skeið nr.
1662
Kostnaður
150 DKK
Melda til skeið
Tvey kvøld við Søren Kierkegaard og Hannah Arendt.
Jóhannes Miðskarð, PhD, fer at halda fyrilestrar fyri nýbyrjarum og fólki, ið kenna til Kierkegaard og Arendt, um teirra lív, teirra ritverk og teirra grundtankar.
Fokus hjá Kierkegaard er á, hvussu tann einstaki heldur fast í sær sjálvum, tá umstøður og lívið støðugt broytist. Fokus hjá Arendt er, á hvussu tann einstaki myndast í samspælinum við onnur. Kierkegaard legði grundarsteninarnar til eksisistentialismuna og Hannah Arendt er tann, ið hevur lagt grundarsteinarnar at skilja arbeiðslív og politiska lívið í modernitetinum og hon kann sigast at vera ein eksistenitellur fenomenologur. Sera forkunnugt verður eisini á hesum kvøldi greitt frá sambandið hjá Kierkegaard og Arendt til Føroyar, sum ikki er so heilt lítið