Skeiðið er Fullteknað
Bólkur
Fyrilestrar
Lærari
Jóan Pauli Joensen
Skeið nr.
1682
Tøk pláss:
6
Byrjar:
Klokkan:
-

Føroysk hús - um føroyskan byggisið í øldir

Í hesi framløguni verður í stuttum greitt frá allari gongdini í føroyskum byggisiði frá  landnámi til okkara tíð, har dentur verður lagdur á at  vísa, hvussu húsini broyttust frá langhúsunum, til stovurnar – roykstovu og glasstovu, og hvussu tey gomlu stovuhúsini seinast í 1800-árunum vórðu broytt til tey hús, sum enn eru kjarnin  í bygdunum og fyri stóran part eisini í Havnini, til tey mongu fjølbroyttu húsini, sum vit hava í dag. 
Víst verður hvussu hús og samfelagsmentanin hongur saman.
Fyrilesturin verður 6. november 2024.
Skeið 1682, Mikudag kl. 19:00 - 21:10
Vegleiðing
Kostnaður: 50 kr
00:58:43