Letur upp 25. aug. kl. 19.00

Ullarvirking

Ullarvirking verður á skránni leygardagar í byrjanini av árinum. Øll kunnu luttaka. Eru tit von at spinna, so taki handsnælduna ella rokkin undir armin til íblástur og hugnaløtu. 
Dagarnir byrja við einum uppleggi um eitt ella fleiri evni innan ullarvirking har luttakarar eru sera vælkomnir at stuðla undir við teirra vitan og royndum. Aftaná verður arbeitt innan dagsins evni ella man kann fáast við sína egnu ullarvirking. Drekkamuður verður at fáa, men gott er at hava matpakka við.
Evnini eru: Klárgering av ullini (skilja, vaska og nappa), kemba og karða (samfingi, brodd og rót), spinna á handsnældu, spinna á rokki og liting.
Undirvíst verður 10/1, 24/1, 31/1, 7/2, 21/2, 7/3 og 14/3 - 2026.
Leygardag kl. 10:00 – 14:55
Stað:
Búnaðarstovan
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Anne Sophie Nordendal Dorthea Joensen
Bólkur:
Undirvísingartilboð í Kollafirði
Skeið nr.:
2705
Kostnaður:
660,-
23:12:30