EN
Letur upp 24. aug. kl. 19.00

Digital/talgild tekning fyri 60 +

Endamál: At læra at tekna talgilt frá grundini og at gerast tryggur við at brúka talgilt teknibretti.
Innihald: Vit læra at tekna, leggja litir og skuggar og brúka løg (layers) á talgildum teknibretti. Undirvísingin er løgd til rættis soleiðis, at øll kunnu vera við, eisini tey, sum ongantíð áður hava roynt talgilda tekning.
Fyrra tíman hava vit felags undirvísing og venjingar, har vit læra ymiskar teknikkir og arbeiðshættir. Seinra tíman arbeiða luttakararnir við egnum tekningum og hugskotum, meðan undirvísarin gongur runt og vegleiðir.
Tilfar: Kvøldskúlin útvegar teldu, Wacom One teknibretti og tekniprogramm. Eingin roynd er neyðug frammanundan.
Málbólkur: Øll, sum hava hug at læra at tekna á teldu við talgildum teknibretti.
Aldur: 60+ ár.
Undirvíst verður 10 ferðir fram til jóla.
Týsdag kl. 13:00 - 15:05
Letur upp 24. aug. <span>kl. 19.00</span> Vegleiðing
Stað:
Kvøldskúlin, J. H. Schrøters gøta 1
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Janus Dam Guttesen
Bólkur:
Máling og list
Skeið nr.:
3160
Kostnaður:
555,-
21:07:59