Bólkur
Handverk
Lærari
Egil Simonsen
Skeið nr.
4000
Kostnaður
920 DKK

At dreya, Egil

Endamál: At læra næmingin at dreya lutir úr træi.
Málbólkur: Ein og hvør, sum hevur hug á hesum handverki.
Innihald: Tað, sum kann verða dreyað, eru: Skálir, íløt av ymiskum slagi, stakar, lampur, borðbein og annars ymiskt, ið er runt. Tað verður lagdur størri dentur á, at tað, sum verður gjørt, er væl gjørt, heldur enn at fáa nógv frá hondini. Undirvísingin er einsæris.
Tilfar: Tilfar til tað, sum skal dreyast, verður tikið við heimanífrá, ella tað kann útvegast á skúlanum.
Skeiðslongd: 4 undirvísingartímar eina ferð um vikuna.
Fyritreyt: Øll kunnu luttaka. Av tí at bert 9 dreyibeinkir eru á skúlanum, er luttakaratalið avmarkað, max 9.