Horn-, bein-, silvur- og steinarbeiði fyri NÝ nýbyrjarar, 10 mánadagar fram til jóla

Bólkur
Handverk
Lærari
Tormóður Djurhuus
Skeið nr.
4500
Kostnaður
640 DKK
Hetta skeið er fyri næmingar, ið ongantíð hava verið til silvurskeið.
Endamál: At bjóða áhugaðum at skapa og forma egið snið til smúkkur og prýðislutir úr horni, beini, silvuri og steini.
Málbólkur: Øll frá 16 ára aldri.
Innihald: Vit læra at saga, slípa, fíla, pussa og fella silvur í. Forma ringar, armbond, hálsprýði og brossjur eftir egnum ynski.
Skeiðslongd: Undirvíst verður 10 ferðir 4 undirvísingartímar.
Tilfar: Horn, bein og steinar kunnu keypast á skeiðnum, men silvurið skal keypast á skeiðnum.
Í tilfarsgjaldinum er íroknað ymiskt undirví­singartilfar.
G.G.: Arbeitt verður við vandamiklum sýrum og serligum maskinum og tí er ikki ráðiligt, at børn og ung undir 16 ár koma við til undirvísingina.