Heildarteknikkur í sangi er ein sera áhugaverdur og góður teknikkur, sum gevur øllum møguleika at læra at syngja. Teknikkurin kann hjálpa tær at nýta røddina rætt og vil geva tær møguleikar, sum tú kanska ikki visti, at tín rødd hevði. Teknikkurin verður ikki bert nýttur, tá tað verður sungið, men eisini tá tú tosar ella talar. Vit kunnu millum annað arbeiða við: at stuðla, tá tað verður sungið ljóðklangi (myrkum ella ljósum ljóði) at fáa fram boðskapin í sanginum at náa teir heilt høgu og heilt lágu tónarnar rútmu í sanginum. at fáa meira ella minni styrki á røddina. Roknast skal við heimaarbeiði, har tú venur sangin og ger sangvenjingar. Undirvísingartíðin er eftir avtalu, so Guðrun Sólja setur seg í samband við teg, og tit finna eina tíð. Møguliga verður undirvíst eitt sindur inn í januar mánað. |

Sangur og sangteknikkur, Guðrun Sólja, heyst
- Bólkur
- Sangur og sangteknikkur
- Lærari
- Guðrun Sólja Jacobsen
- Skeið nr.
- 7100
- Kostnaður
- 610 DKK
Melda til skeið