Bólkur
Sangur og sangteknikkur
Lærari
Guðrun Sólja Jacobsen
Skeið nr.
7102
Tøk pláss:
Ja

Sangur og sangteknikkur

Heildarteknikkur í sangi er ein sera áhugaverdur og góður teknikkur, sum gevur øllum møguleika at læra at syngja.
Teknikkurin kann hjálpa tær at nýta røddina rætt og vil geva tær møguleikar, sum tú kanska ikki visti, at tín rødd hevði.
Teknikkurin verður ikki bert nýttur, tá tað verður sungið, men eisini tá tú tosar ella talar.
Vit kunnu millum annað arbeiða við:
at stuðla, tá tað verður sungið
ljóðklangi (myrkum ella ljósum ljóði)
at fáa fram boðskapin í sanginum
at náa teir heilt høgu og heilt lágu tónarnar
rútmu í sanginum.
at fáa meira ella minni styrki á røddina.
Roknast skal við heimaarbeiði, har tú venur sangin og ger sangvenjingar.
Undirvísingartíðin er eftir avtalu, so Guðrun Sólja setur seg í samband við teg, og tit finna eina tíð.
Sambært avtalu 10 ferðir frá januar.
Skeið 7102, Sambært avtalu týsdag kl. 15:15 - 18:15 og hósdag kl. 15:00 - 18:30
Vegleiðing Melda til
Kostnaður: 610 kr
21:38:21