Einstaklingaundirvísing í sangi - Jóhannes

Bólkur
Sangur og sangteknikkur
Lærari
Jóhannes Finnsson
Skeið nr.
7110
Kostnaður
860 DKK
Syng við størri frælsi, musikaliteti og sjálvsáliti.
Skeiðið er fyri teg, ið vil mennast sum sangari og fyri teg, ið vil royna okkurt spildurnýtt.
At syngja følist gott. Sangur rørir okkum í anda og sál, men er eisini, grundleggjandi, ein likamlig
íðkan. Tá tú gevir røddini nærri ans, opnar seg ein nýggjur heimur. Tú kemur at merkja reint
fysiskt, hvussu røddin ber seg at. Við at venja vøddar, í m.a. munni og andliti, kanst tú, so við og
við, skapa tað ljóð tú ynskir, og betra um klang, tónar, klárleika, úttrykk o.a.
Fyrsta tíman leggja vit tær eina persónliga ætlan fyri skeiðið. Síðan arbeiða vit miðvíst við at
røkka tínum málum.
Vit nýta tónleik, ið er passaliga avbjóðandi fyri teg og í tí stíli tú ynskir.
Lær meira. Ven meira. Kom nærri dreyminum!