Letur upp 24. aug. kl. 20.00

Havnar Hornorkestur

Havnar Hornorkestur – tónleikur og samanspæl fyri bæði ung og vaksin.

Tónleikaliga fevna vit breitt og vit leggja okkum eftir, at spæla nógv ymisk tónleikasløg, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi.
Dentur verður lagdur á samanspæl og at menna teknisku førleikarnar og musikalitetin.
Havnar Hornorkestur hevur ein virknan leiklut í tónleikaliga lívinum í Havn, og stendur ofta í miðdeplinum á merkisdøgum og spælir til alskyns høvi, kring alla kommunua
Skeiðið er ein góður møguleiki hjá tónleikarum at vera partur av einum felagsskapi, har vit savnast um spæligleðina í góðum venjingarumstøðum.
 
Skeiðið vendir sær til:
  • Tónleikarar við grundleggjandi førleikum í hornblástri
  • Tey, sum hava spælt áður og vilja taka tónleikin uppaftur
  • Tey, sum vilja spæla sama við øðrum og vera partur av einum orkestri.
Týsdag og hósdag kl. 20:00 - 22:05
Letur upp 24. aug. <span>kl. 20.00</span> Vegleiðing
Stað:
Íshúsið
Byrjar:
Klokkan:
-
Lærari:
Tróndur Herason Olsen
Bólkur:
Orkestur
Skeið nr.:
7305
Kostnaður:
650,-
02:45:27